Náttúran hevur givið okkum menniskjum alt tað, sum vit hava brúk fyri at ansa eftir húðini. Tá tú arbeiðir við natúrligum evnum og vørum, undrast tú heilt einfalt á, hvussu serstøk og gávumild náttúran er fyri okkum menniskju. Tú kanst bara gerast góður við at geva meira til onnur menniskju og stremba eftir at gerast eitt betri menniskja, tá tú gert tær greitt náttúrunnar kærleika til okkum menniskju. Tú finnur kjarnuna og meiningina í kærleikanum við at eygleiða náttúruna.
Tá tú hevur tikið avgerðina um at brúka reinar og natúrligar vørur á húðina, skalt tú bara brúka somu taktikk, sum tú brúkar, tá tú keypir til matgerð. Tú skalt keypa reinar, hondgjørdar og rávørur til at gera tínar egnu heimagjørdu vørur við. Niðanfyri fari eg at skriva um nøkur av teimum bestu natúrligu evnunum, sum tú altíð skalt keypa fyri at ansa húðini á rættan hátt.
Sheasmør
Sheasmør er fullt av A- og E-vitaminum.Tað er ein natúrlig salva, sum verður brúkt á nógvum ymiskum økjum. Nógvar kosmetiskar vørur eru gjørdar við sheasmøri, tí tað er so ríkt av føðsluevnum. Í Afrika verður sheasmør brúkt til húðrøkt, hár, matgerð og medisin.
Tú kanst brúka sheasmør nakrar ferðir um dagin fyri at fáa vakra og unga húð. Sheasmør bráðnar vakurt, tá tað kemur í samband við húðina. Tað hevur ein natúrligan og lekkran anga. Hon inniheldur stórar nøgdir av A- og E-vitaminum í mun til aðrar plantubaseraðar oljur.
Kakaosmør
Kakaosmør er sera vælumtókt í matvøru- og húðrøktarvinnuni. Eg haldi, at næstan øll koma í samband við kakaosmør dagliga á onkran hátt. Kakaosmør verður brúkt í stórum vinnugreinum, sum raka milliónir av fólkum hvønn dag.
Elskar tú sjokulátu, so etur tú kakaosmør, tí kakaosmør verður brúkt í øllum sløgum av sjokulátu, sum eru á marknaðinum. Kakaosmør er at finna í nógvum húðrøkt. Tað er eitt av teimum fyrimyndarligu evnunum, sum verða brúkt í húðrøkt, tí lukturin er fantastiskur og kakaosmør er serstakt við at nøra og mýkja húðina.
Kakaosmør verður eisini brúkt í medisini. Tað hevur somu grøðandi eginleikar sum sheasmør og kokosolja. Tað gevur húðini nógva vætu og føðsluevni.
Kakaosmør er vunnið úr kakaobønunum. Kakaotrø finnast í nógvum londum í Afrika. Størstu veitararnir av kakaosmøri eru úr afrikanska meginlandinum. Men tað eru eisini aðrir kakaosmørveitarar úr øðrum pørtum av heiminum, til dømis úr Suðuramerika. Tað verður sagt, at kakaobønir hava verið dyrkaðar í meira enn 3000 ár og hava verið ein týðandi partur av náttúrumedisin í nógvum londum kring heimin.
Jojobaolja
Okkara Jojobaolja er kaldpressað úr frænum av Simmondsia chinensis, jojobaplantuni. Tað er ein fleirára runnur, sum ikki fellur bløðini, tá árstíðirnar skifta. Hóast tað eitur olja, so er jojoba olja í roynd og veru eitt flótandi plantuvoks. Jojobaoljan inniheldur nógv góð evni so sum E-vitamin, B-vitamin, silikon, krom, kopar, sink og feittsýrur. Eisini er eitt høgt prosenttal av jodi uppá 82 prosent. Hetta gevur jojoba olju evnini at grøða og hon verður brúkt á sjúkrahúsum í sóttreinsievnum. Fornu indiánarnir brúktu jojobaolju til at viðgera sár, húðsjúkur og í náttúrumedisin til at grøða sjúkur. Men í dag verður jojobaolja fyrst og fremst brúkt til at viðgera akne, psoriasis og sólbruna.
C-vitamin
C-vitamin er kent fyri at nøra og grøða húðina. Tað er eitt virkið evni móti myrkum blettum, pigmentum og arrum. Tað berjist eisini móti fríum radikalum og økir um kollagenframleiðsluna. Tú skalt keypa eitt krem ella serum, sum inniheldur 10-15 prosent C-vitamin.Minst bara til at smyrja tað á áðrenn tú fert í song, soleiðis at tað kann virka yvir náttina.
Kokosolja
Tá eg hugsi aftur á míni barndóm í Benin í Afrika, var kokosolja ein av teimum mest brúktu oljunum í mínum barndómsheimi. Foreldur míni høvdu eina kokosplantasju, sum tey livdu av. Tey avreiddu kokosnøturnar vórðu seldar til kvinnur, sum framleiddu hondgjørdar kokosoljur, sum tær seldu á marknaðum. Tað var altíð angandi, hondgjørd og frísk kokosolja í mínum barndómsheimi.
Vit brúktu kokosolju til eitt ótrúligt tal av tingum. Vit brúktu fyrst og fremst kokosolju til matgerð, til rís- og bønurættir. Tað gevur matinum ein fantastiskan smakk og angist.
Kokosolja hevur evnini at sleppa orku í formi av feitti, sum verður meltað seinni enn aðrar kolhydratkeldur. Høga feittinnihaldið hjálpir til at minka um matarlystin og fáa javnvág í blóðsukurstøðið. Tað varð eisini brúkt til húð- og hárrøkt. Krullað og frizzy Afro hár kann vera eitt sera turt hárslag, og tí ansar tú eftir hárinum við kokosolju ella sheasmøri. Men kokosolja er sera almenn og kann brúkast næstan hvar sum helst á kroppinum og hárinum.
Listin yvir onnur evni, sum tú avgjørt skalt brúka í tínari húðrøkt
- Eplaedikkur
- Havsalt
-
Avokadoolja
- Arganolja
-
Aloevera
- E-vitamin
- C-vitamin
- Argurk
- Bivoks










