Et kefir fyri at betra um meltingina
Kefir er ein tjúkk, gerd mjólkavøra, sum er gerd við mjólkarsýrubakterium og ger og við einum mildum gersmakki. Líknandi fermenteraðar mjólkavørur sum kefir eru súrmjólk, A38, ylette, ymer, jogurt, creme fraiche, feittfrítt jogurt, fullmjólk og skyr.
Sambært donsku orðabókini er orðið kefir russiskt, men stavar frá turkiska málinum og merkir gleði, njóting og rúsdrekka.
Kefir er ein probiotiskur matur, sum inniheldur upp til 30 ymisk sløg av góðum bakterium. Hesar mjólkarsýrubakteriur eru førar fyri at hjálpa til við at styrkja immunverjuna og berjast móti skaðiligum bakterium og krabbameinsfremjandi evnum.
Harumframt er tað super gott til at betra um meltingina. Tú kanst keypa kefir í næstan øllum stórhandlum og tað er ein drekkamuður tú skalt raðfesta at eta ofta fyri at verja tína heilsu.

Hvussu verður kefir gjørt?
Kefir er ein fermenteraður drekkamuður gjørdur úr korni og bakterium og ger. Tú kanst gera kefir við rísmjólk, soyamjólk, mjólk, kokosmjólk og enntá kokosvatni. Kefir er ein probiotiskur drekkamuður og hevur verið virðismett og drukkið í øldir í Eysturevropa.
Sagt verður, at kefir varð funnið av tilvild av hirðum, sum gerdu mjólk, sum vísti seg at vera kefir. Kefir gjørdist útbreitt millum fólkið og varð mett at hava grøðandi ágóðar tá.
Russiskir læknar kannaðu kefir og funnu útav, at tað eftir øllum at døma hevði evnini at grøða eina røð av sjúkum. Í dag er kefir sera væl umtókt um allan heimin. Og ríkiligur møguleiki er at keypa kefir, men tú hevur eisini møguleika at gera kefir sjálvur í køkinum.
Finn bara kefir uppskriftir á netinum fyri at koma í gongd. Tú kanst leggja kefir í smoothies, grýtur, suppu, morgunmat og nógvar aðrar rættir.
Tað er umráðandi at syrgja fyri at eta kefir ella líknandi probiotiskan mat nakrar ferðir um vikuna fyri at verja kroppin móti sjúkum.

Kefir inniheldur probiotiskar bakteriur, sum geva eina góða immunverju.
Fleiri kanningar hava víst, at kefir inniheldur nógvar probiotiskar bakteriur, sum styrkja um immunverjuna. Kefir verjir búkin móti skaðiligum bakterium sum salmonella og øðrum smittuvanda í búkinum.
Tað hevur antimikrobiellar eginleikar og berjist móti candida. Tað hevur eisini evnini at lækka kolesterol og blóðtrýst.
Kanningar hava eisini víst, at kefir hevur evnini at berjast móti mikrobum í tarminum, umframt at geva styrki til kroppin og berjast móti kropsligari troytt.
Kefir verjir beinini
Kefir er fullur av kalsium, sum verjir og styrkir beinini - K2 vitamin er neyðugt fyri kalsium upptøku.
Hon inniheldur lívvirkin evni, sum hjálpa kroppinum at taka kalsium upp og styrkja bein. Sum probiotiskur matur betra kefir um upptøkuna av týðandi føðsluevnum í kroppinum.
Hon inniheldur øll neyðug føðsluevni so sum fosfor, kalsium, magnesium, D-vitamin og K2-vitamin, sum hava evnini at styrkja bein.










